Michael Schjønberg, sum fyrr í ár varð koyrdur frá sum venjari hjá 07 Vestur, hevur nú fingið nýtt venjarastarv í Danmark. Hann skal standa á odda fyri kvinnuliðnum hjá Esbjerg fB.
59 ára gamli danin vendir sostatt aftur til barndómsfelagið Esbjerg, sum hevur sett hann sum nýggjan høvuðsvenjara hjá kvinnuliðnum.
Schjønberg fær eina trupla uppgávu. Esbjerg spælir í næstbestu kvinnudeildini í Danmark, B-Ligaen, har liðið liggur aftast við bert einum stigi eftir 12 dystir. Uppgávan verður tí fyrst og fremst at bjarga liðnum undan niðurflyting.
Schjønberg sigur við heimasíðuna hjá Esbjerg, at tað hevur serligan týdning fyri hann at venda aftur til felagið.
– Esbjerg er mín heimabýur, og Esbjerg er eitt felag, sum hevur stóran týdning fyri meg. Tí er tað nakað serligt at venda aftur, sigur hann.
Michael Schjønberg hevur áður verið venjari hjá kvinnuliðnum hjá AGF í tíðarskeiðnum 2023 til 2025.
Fyrr í ár var hann høvuðsvenjari hjá 07 Vestur í bestu føroysku mansdeildini, men samstarvið endaði, tá felagið valdi at siga hann úr starvi.
Nú bíðar honum ein nýggj avbjóðing í donskum kvinnufótbólti, har Esbjerg stríðist fyri at varðveita sætið í næstbestu deildini.