Í NSÍ verður frágongd av nøkrum leikarum.
29 ára gamli Alex Freyr Elísson spældi sambært FaroeSoccer 23 dystir í MeistaraDeildini og skoraði eitt mál. Hann legði upp til fimm mál og var bakkurin í deildini við flest uppleggum, um vit telja deyðbóltar frá. Hann spælir heilt vist ikki við NSÍ í 2027.
Síðani bendur nógv á - sambært okkara upplýsingum - at norski álopsleikarin Tobas Hestad ikki heldur fram. Hann spældi 19 dystir, harav 11 sum innskiftari. Hann skoraði trý mál í landskappingini og legði upp til tvey mál.
Tann triði hevði NSÍ helst lagt nógv fyri at varðveitt, men tað ljóðar at tað er mest sannlíkt, at Daniel Obbekjær fer at spæla í øðrum landi enn Føroyum í 2027. Hann var lyklaleikari hjá NSÍ í miðverjuni. Hann spældi allar landskappingardystirnar og skoraði fimm mál, harav tað sera avgerandi málið í 98. minutti í Klaksvík. Daniel Obbekjær kann væntast at skriva undir í onkrari deild, sum verður mett at at verða á hægri stigi enn tann føroyska.
Afturat hesum eru ivamál um fleiri leikarar eins og hjá hinum feløgunum, men í hesum døgum eru nógvar samráðingar og kappingin um leikararnar er hørð.