Nú er greitt, at føroyameistararnir skulu hava nýggjan høvuðsvenjara.
Íslendski miðilin Fotbolti.net skrivar, at sambært upplýsingum, so heldur Sigurður RagnarEyjólfsson ikki fram í NSÍ. Tað hevur leingi verið óvist, um hann fór at halda fram, hóast NSÍ ynskti at leingja sáttmálan, tí privat viðurskifti spældu inn.
Íslendski venjarin stóð á odda fyri NSÍ í besta kappingarárinum í søgu felagsins við meistaraheiti og at koma víðari í altjóða kapping tvær ferðir.