KÍ vann bara seks av 14 heimadystum í ár.
Tað gav 23 stig í heimadystunum. Høvdu uppflytararnir AB havt 14 heimadystiur og vunnið tann 14., so hevði AB havt líka nógv stig á heimavølli sum KÍ. NSÍ var klárt besta heimaliðið í ár við 11 sigrum og trimum javnleikum í 14 heimadystum.
Hjá KÍ er hetta óvanliga vánalig úrtøka á heimavølli, har KÍ tvær ferðir tapti móti nummar 10 uttan at skora mál.
Niðanfyri er úrtøkan á heimavølli og har skal havast í huga, at í meir enn helvtini av árunum spældi KÍ bara 13 heimadystir.
Stig á heimavølli hjá KÍ:
2026: 23 stig
2025: 35
2024: 37
2023: 32
2022: 40
2021: 37
2020: 33
2019: 32
2018: 26
2017: 28
2016: 32
2015: 29
2014: 26
2013: 16