Føroyar spæla m.a. fyri at koma til røkkstøkkdystir í mars mánaða um uppflyting til deild b.
Skal tað eydnast, so verður helst neyðugt við einum sigri á Moldova í síðsta dystinum og vinnur Kasakhstan í Moldova, so kann verða neyðugt við stigi í Slovakia eisini. Vinna Føroyar í Slovakia, so er møguleiki framvegis at vinna bólkin og harvið verða í kapping um røkkstøkkpláss í EM-endaspælinum.
Vit hava hugt eftir, hvørji mótstøðulið bíða, um Føroyar koma til røkkstøkk. Har eru tað Georgia, Ísrael, Rumenia og Norðurmakedónia, sum væntast at spæla frá deild b.