Um nakrar vikur verða ársins leikarar valdir. Freistin fyri at senda atkvøður inn er farin. Vit kunngera her, hvønn bolt.fo valdi sum ársins verjuleikara.
Valið fall á stýrimannin í verjuni hjá føroyameistarum. Viljormur Davidsen spældi allar 27 dystirnar og hevði eisini stóran leiklut í altjóða dystum, har hann hevði fleiri avgerandi upplegg í dystum, har NSÍ spældi seg víðari. NSÍ lat níggju mál færri inn enn í 2025 og ein orsøk til tað eru støðug avrik frá Viljormi, sum skifti til barndómsfelagið undan hesum kappingarárinum.