Málið er at varðveita størsta partin av verandi hópi og so leggja afturat við nøkrum fáum leikarum, sigur ítróttarstjórin.
Niels Pauli Danielsen sigur, at EB/Streymur hevur nógvar sáttmálar og arbeitt verður við at leingja við teir flestu, sum ikki hava sáttmála. Afturat tí, so er ætlanin at fáa nakrar fáar nýggjar leikarar at styrkja um liðið.
Venjarin er ikki komin uppá pláss, men samráðingar eru við Sigfríð Clementsen um at halda fram, sigur Niels Pauli Danielsen við bolt.fo.