Slovakia hevur úttikið ein stóran hóp til seinastu dystirnar í Nations League. Slovakiska fótbóltssambandið skrivar, at nakrir av lyklaleikarunum fáa frí til seinasta dystin móti Kasakhstan, um Slovakia tryggjar sær uppflytingina móti Føroyum.
Hetta kann fáa stóran týdning fyri føroyska stríðið um annaðplássið í bólkinum, serliga um Kasakhstan vinnur útidystin móti Moldova.
Slovakiski landsliðsvenjarin, Vladimír Weiss, hevur úttikið 31 leikarar til dystirnar móti Føroyum 13. november og Kasakhstan 16. november. Talan er um 27 útileikarar og fýra málmenn.
– Eg havi úttikið ein breiðari hóp við 27 útileikarum og fýra málmonnum. Hetta er seinasta landsliðssamlingin undan EM-undankappingini, og tí havi eg tikið fleiri ungar leikarar við, sigur Weiss sambært slovakiska fótbóltssambandinum.
Fýra leikarar eru úttiknir til besta landsliðið fyri fyrstu ferð. Millum teirra er miðvallarin ?udovít Reis úr Werder Bremen.
Lyklaleikarar kunnu fáa frí
Slovakia hevur 10 stig eftir fýra dystir og er seks stig framman fyri Føroyar og Moldova, sum hava fýra stig í part. Kasakhstan er aftast við tveimum stigum.
Slovakia hevur tí bert tørv á einum stigi móti Føroyum fyri at tryggja sær fyrsta plássið og beinleiðis uppflyting í deild B.
– Ein javnleikur er nóg mikið til at tryggja okkum uppflytingina, men vit fara eftir sigrinum, og so fáa vit at síggja, sigur Vladimír Weiss.
Beint eftir hesa útsøgnina skrivar slovakiska fótbóltssambandið, at um tað eydnast at tryggja uppflytingina, fáa nakrir av lyklaleikarunum frí til dystin móti Kasakhstan.
Tað er ein áhugaverd upplýsing fyri føroyska landsliðið.
Slovakia kann sostatt fara at stilla við sínum sterkasta møguliga liði móti Føroyum, meðan Kasakhstan møguliga fær ein dyst móti einum slovakiskum liði við fleiri broytingum.
Kasakhstan kann fara fram um Føroyar
Samstundis sum Føroyar spæla í Slovakia fríggjadagin 13. november, spælir Kasakhstan útidyst móti Moldova.
Um Kasakhstan vinnur tann dystin og Føroyar tapa í Slovakia, fer Kasakhstan upp á fimm stig, meðan Føroyar verða standandi á fýra stigum.
Tá kann føroyska landsliðið koma undir stórt trýst undan seinastu umferðini.
Føroyar kunnu í mesta lagi fáa sjey stig, um teir tapa í Slovakia og síðani vinna móti Moldova.
Men Kasakhstan kann koma upp á átta stig við sigrum á bæði Moldova og Slovakia. Í so fall verður ein føroyskur sigur móti Moldova ikki nóg mikið til at tryggja annaðplássið. Hesin møguleikin tykist yvirsæddur av mongum viðmerkjarum og fólkum kring landsliðið. Tí hóast Moldova er frammanfyri Kasakhstan, so er Kaskhstan styrkismett hægri og hevur ein hóp við hægri virði, har onkur góður leikari er tøkur nú, sum ikki var við seinast.
Tí kann tað gerast sera týdningarmikið hjá Føroyum at fáa stig í Slovakia.
Fáa Føroyar javnleik í Slovakia og vinna móti Moldova, enda teir við átta stigum. Um Kasakhstan eisini vinnur báðar sínar dystir, verður málmunurin avgerandi, tí báðir innanhýsis dystirnir endaðu við javnleiki.
Fleiri nýggir leikarar í hópinum
Slovakia hevur nakrar týðandi fráverur til komandi dystirnar.
Stanislav Lobotka úr Napoli og Leo Sauer úr Stuttgart eru skaddir. Teir byrjaðu báðir inni í Føroyum. Harafturat eru tveir aðrir leikarar ikki við, Denis Vavro og Davdi Duris, sum byrjaðu í Føroyum.
Hinvegin er m.a. Albert Rusnák úr Seattle Sounders aftur á landsliðnum. Hann hevur lagt upp til 12 mál í MLS, tvey færri enn Lionel Messi á 1. plássi.
Fyri Føroyar er tí nógv upp á spæl fríggjadagin. Eitt gott úrslit í Slovakia kann fáa stóran týdning, samstundis sum úrslitið millum Moldova og Kasakhstan kann broyta fortreytirnar fyri føroyska stríðið um annaðplássið.
Annaðplássið gevur møguleika at spæla uppflytingardystir til deild B.