Um nakrar vikur verða ársins leikarar valdir. Freistin fyri at senda atkvøður inn er farin. Vit kunngera her, hvønn bolt.fo valdi sum ársins málverja.
Valið fall á Jóanes Davidsen hjá EB/Streymi. Kappingin var tøtt, tí flestu málverjar hava verið óstøðugir ella ikki spælt alt kappingarárið, men Jóanes hevur tey bestu tølini. Hann spældi allar 27 dystirnar, og hóast hann kostaði okkurt mál, so lat EB/Streymur næstan seks mál færri inn enn væntað mál søgdu. Eisini hjá Sofascore var hann málverjin við hægsta karakterinum.