Ongantíð áður síðstu 10 árini hevur botn 5 fingið stig so nógvar dystir móti topp 5 sum í ár.
Í 27 av teimum 75 dystunum millum topp 5 og botn 5 fekk botn 5 stig. Tað talið var 16 í fjør. Árini 2019-2024 lá talið millum 4-11 við undantaki av 2022.
Áttta ferðir vann botn 5 á topp 5. Tríggjar ferðir móti HB, tvær ferðir móti KÍ og so einaferð móti hinum. Í 2017 var hetta talið 12 sambært FaroeSoccer.
