Hann hevur fortíð í EB/Streymi, B68, B36 og barndómsfelagnum HB.
AB fer væntandi skjótt at kunngera fyrstu tilgongdina. Talan verður møguliga um 20 ára gamla Thomas Bjørn Miezan, sum hevur spælt við EB/Streymi í 2026 og 2025. Í 2025 var hann partur av U21-landsliðnum. Sambært okkara upplýsingum, so skiftir hann nú til AB.