Framtíðin hjá Sigurði Ragnar Eyjólfssyni í NSÍ er framvegis óviss. Nú skriva íslendskir miðlar, at føroyameistaravenjarin hevur verið á fundi við Fylki, sum leitar eftir nýggjum venjara.
Sigurður Ragnar Eyjólfsson hevur í hesi vikuni verið á fundi við íslendska felagið Fylki. Tað kom fram í útvarpssendingini hjá Fótbolti.net.
Íslendski venjarin førdi í ár NSÍ til fyrsta føroyameistaraheitið síðani 2007, men enn er ikki greitt, um hann heldur fram í Runavík í 2027. Karstin Joensen, formaður í NSÍ, segði fyrr í vikuni við FM1, at partarnir hava tosað saman, men at íslendski venjarin hevur nøkur persónlig viðurskifti at fáa avgreitt.
Sigurður Ragnar hevur áður greitt frá, at hann hevur hug at venda aftur til Íslands, og nú tykist áhugin úr heimlandinum vera ítøkiligur.
Fylkir leitar eftir nýggjum venjara, eftir at fyrrverandi HB-venjarin Heimir Guðjónsson fór úr felagnum fyri at taka við venjarastarvinum hjá ÍA.
Sambært Fótbolti.net er Sigurður Ragnar eitt av fleiri evnum til starvið. Ólafur Ingi Skúlason, sum varð koyrdur frá sum venjari hjá Breiðabliki eftir kappingarárið, hevur eisini verið nevndur sum eitt av fremstu evnunum. Harumframt hava Davíð Smári Lamude, Aron Baldvin Þórðarson og Borja Martin verið settir í samband við starvið.
Fylkir var nær við at flyta upp í bestu íslendsku deildina í ár. Liðið kom í finaluna í uppflytingarspælinum, men tapti móti Þrótti og skal tí aftur spæla í næstbestu deildini í 2027.
Hjá NSÍ er spurningurin nú, um felagið fær varðveitt venjaran, sum hevur staðið á odda fyri NSÍ í besta kappingarárinum í søgu felagsins við meistaraheiti og tvær ferðir víðari í altjóða kapping.
Enn er einki alment boðað frá um, at Sigurður Ragnar fer úr NSÍ, men fundurin við Fylki vísir, at hann er í samrøðum um møguleikar aðrastaðni.