Málverjin hjá EB/Streymi stendur seg væl, tá hagtølini verða gjørd fyri kappingarárið.
Hjá EB/Streymi fóru 44 mál ígjøgnum. Sambært hagtølunum hjá Wyscout, so ’’burdu’’ 49,6 mál fari ígjøgnum hjá EB/Streymi. Tað er størsi munur hjá nøkrum liði. Síðani kemur Skála, sum lat 3,5 mál færri inn enn hagtølini siga. Í hinum endanum lat AB 1,4 mál meir inn enn tað ’’burdi’’.
Málverji hjá EB/Streymi øll 27 umførini var 24 ára gamli Jóanes Davidsen, sum EB/Streymur eisini hevur gjørt sáttmála við fyri 2027 og 2028.
Hyggja vit hjá Sofascore, so er Jóanes Davidsen komin á ársins lið har við karakterinum 7,30. Næstur á tí listanum er Sebastian Dalby hjá 07 Vestur við 7,24 og Hans Jákup Arngrímsson hjá Skála við 7,16.
Niðanfyri eru hagtølini frá Wyscout fyri mál ímóti og muninum.
