Gilberto Voltolina takkar fyri seg sum kropsligur venjarin í HB. Ístaðin verður tað Elisabet Vang, sum verður kropsligur venjari hjá HB.
Elisabet hevur arbeitt sum kropsligur venjari undir Mikkjali K. Thomassen í KÍ, Fredrikstad og AIK. HB boðar frá, at hon hevur gjørt sáttmála fyri komandi tvey árini.