Blekkið er ikki tornað í Víkingi, so er enn ein leikari, sum vit kunnu siga við vissu, at hann skiftir til steypavinnararnar.
Umframt Martin Johansen frá Skála og Jónas Prior frá 07 Vestri, so hevur Víkingur fingið ein triðja leikara uppá pláss. Talan er um fyrrverandi U21-landsliðsleikaran Jóhan Josephsen, sum í ár hevur havt sáttmála við barndómsfelagið KÍ. Hann hevur tó verið skaddur og tí ikki spælt. Hann er 21 ára gamal og er skrásettur fyri 9 mál í 41 dystum í bestu deildini fyri KÍ og B68 sambært FaroeSoccer.