Víkingur er væl í gongd við at styrkja um hópin til 2027.
Fyrr í dag kundu vit lesa um á Portalinum, at Martin Johansen skiftir frá Skála til Víking. Víkingur hevur nærum verið eitt móðurfelag hjá Skála, har nógvir leikarar og venjarar hava havt eina fortíð, tá teir eru komnir til Víking. Hetta er í tráð við okkara upplýsingar eisini. Men hann er ikki tann einasti, sum Víkingur hevur fingið uppá pláss.
Tí U21-landsliðsleikarin Jónas Prior skiftir eisini til Víking. 20 ára gamli miðverjin hevur sambært FaroeSoccer spælt 60 dystir í bestu deildini. Hann spældi allar 22 dystirnar við 07 Vestur frá byrjan áðrenn ein skaði forðaði honum at spæla síðstu dystirnar. Hesin skaðin forðar tó ikki skiftinum til Víking.