Stigatalvan endaði ikki sum væntað stig søgdu.
Sambært Wyscout, so endaði fimm lið á sama plássi, sum væntað stig søgdu. Væntað stig er gjørt útfrá væntað mál og málmøguleikum í dystum.
NSÍ fekk knapt sjey stig meir enn tað ’’burdi’’, meðan B68 í hinum endanum fekk næstan seks stig færri enn tað ’’burdi’’. Eisini EB/Streymur, Skála og KÍ fingu áleið trý stig færri enn avikstølini siga, meðan AB fekk betri úrtøku enn avrikstølini siga.
