Longu nú er greitt, at fleiri fyrrverandi landsliðsleikarar ikki verða tøkir fyrsta part av landskappingini 2027.
Hjá HB hevur Heri Mohr slitið krossbandið og missir í minsta lagi alla fyrru hálvu av 2027.
Hjá KÍ sleyt Patrik Johannesen hælsinuna tíðliga í kappingarárinum og fekk seinni eitt afturstig sum ger, at hann neyvan spælir fyrstu umførini og sambært okkara upplýsingum, so kann ein stórur partur av fyrru hálvu rúka.
Hjá NSÍ hevur Brandur H. Olsen verið undir skurð fyri trupulleikar í knænum fyrr í ár. Hann segði við Televarpið leygardagin, at hann vónar at blíva tøkur eftir fyrsta triðing av kappingarárinum 2027.
Afturat hesum eru onkur ivamál sum m.a. við Gilla R. Sørensen hjá KÍ, sum eftir dystirnar í summar fekk stórar trupulleikar í knænum, men har er rættiliga óvist, nær hann fær spælt aftur.