Mattias Lamhauge, Sebastian Pingel og Magne Hoseth, hava allir havt stóran leiklut í, at Strømsgodset hevur tryggjað sær uppflyting til bestu norsku deildina. Felags fyri teir tríggjar er, at teir hava eina fortíð í føroyskum fótbólti.
Tað er stórur fótbóltsfagnaður í Drammen. Eftir bert eitt ár í næstbestu norsku deildini hevur Strømsgodset tryggjað sær uppflyting til Eliteseriuna í 2027.
Uppflytingin gjørdist veruleiki mánakvøldið, tá Kongsvinger tapti 2-1 fyri Stabæk. Strømsgodset hevði sjálvt gjørt sítt við at vinna 3-0 á Moss sunnudagin, og úrslitið hjá Kongsvinger merkti, at uppflytingin var tryggjað, hóast eitt umfar enn er eftir.
Tað serliga við uppflytingini, sæð við føroyskum eygum, er, at tríggir av lyklapersónunum hava sterk sambond við føroyskan fótbólt.
Magne Hoseth førdi liðið upp
Fyrrverandi KÍ- og B36-venjarin Magne Hoseth tók við sum høvuðsvenjari hjá Strømsgodset undan hesum kappingarárinum.
Norðmaðurin er væl kendur í Føroyum, har hann førdi KÍ til eitt søguligt kappingarár í 2023. KÍ vann føroyameistaraheitið og spældi seg sum fyrsta føroyska felag í eitt evropeiskt bólkaspæl.
Hoseth var seinni eisini venjari hjá B36.
Nú hevur hann aftur fingið eitt stórt úrslit sum venjari. Strømsgodset hevur verið við í einum sera jøvnum uppflytingarstríði, men serliga í endaspurtinum hevur liðið víst styrki.
Í oktober vann Strømsgodset tríggjar dystir á rað við fimm skoraðum málum í hvørjum dysti. Millum annað vórðu uppflytingarkappingarneytarnir Kongsvinger og Haugesund sendir heim við stórtapum.
Mattias Lamhauge við góðum fyrsta kappingarári
Føroyski landsliðsmálverjin Mattias Lamhauge skifti í januar frá danska FC Fredericia til Strømsgodset.
Hann hevur fingið ein týdningarmiklan leiklut á liðnum, sum hevur havt bestu verjuna í næstbestu norsku deildini.
Eftir 29 dystir hevur Strømsgodset bert latið 34 mál inn. Eingin onnur verja í deildini hevur latið færri mál inn.
Sebastian Pingel hevur 25 málstig
Danski áleyparin Sebastian Pingel hevur eisini verið ein av stóru profilunum hjá Strømsgodset.
33 ára gamli Pingel, sum áður hevur spælt við bæði B36 og HB, hevur skorað 19 mál í OBOS-deildini í ár.
Tað hevur gjørt hann til toppskjútta hjá Strømsgodset og ein av mest málsóknu áleyparunum í deildini. Hann hevur næstflest málstig í deildini við 25.
Seinasti dysturin verður móti Stabæk sunnudagin, men longu nú er greitt, at Strømsgodset verður at finna í bestu norsku deildini í 2027.
Tað merkir eisini, at føroyski landsliðsmálverjin og tveir aðrir menn við sterkum sambondum til føroyskan fótbólt kunnu gleða seg til eina nýggja avbjóðing á hægsta stigi í Noregi.