FM-vinnararnir NSÍ hevur styrkt um sítt fíggjarliga grundarlag við úrslitunum í summar í Conference League og síðani FM.
NSÍ flutti upp í bestu deildina í 2024 og longu í 2025 eydnaðist at spæla í altjóða kapping. Tá eyndaðist ikki at koma víðari og tí gav tað 2,4 mió. Í 2026 eydnaðist at spæla seg víðari tvær ferðir og tað gav tilsamans 8,0 milliónir.
Og nakrar mánaðar seinni eydnaðist at vinna FM. Tað gevur eina minstu upphædd á 7,2 mió. Vinnur NSÍ fyrsta umfar í Champions League, sum føroysk lið hava gjørt í 2023, 2024 og 2026, so er NSÍ í røkkstøkkumfarinum og fær tá 5,6 mió afturat ella tilsamans 12,8 mió fyri 2027. Eydnast at vinna eitt umfar afturat tí fyrsta umfarinum, so er NSÍ í minsta lagi í Conference League-deildini, og tá er minsta upphæddin eini 35 milliónir (ikki afturat, men tilsamans).
At NSÍ hevur havt sítt besta kappingarár nakrantíð sæst sostatt væl aftur fíggjarliga. Tí tilsamans hevur felagið fingið 15,2 mió fyri 2026 og 2027 við møguliga fyri at økja tað væl meira í 2027, tá dystirnir koma í Champions League, Conference League og møguliga Evropa League.