Árni Frederiksberg úr KÍ fekk flest málstig í landskappingini í ár.
Árni fekk 25 málstig, og tað vóru fýra málstig meir enn Petur Knudsen úr NSÍ. Á 3. plássi var Aron Benjaminsen úr Víkingi við 17 málstigum, hóast hann gavst í felagnum síðst í august.
25 málstig er tað minsta, sum vinnarin hevur havt síðani 2012, tá upplegg á fyrsta sinni blivu skrásett.
Flest málstig:
2026: Árni Frederiksberg, KÍ (25)
2025: Árni Frederiksberg, KÍ (37)
2024: Petur Knudsen, NSÍ (34)
2023: Sølvi Vatnhamar, Víkingur (31)
2022: Árni Frederiksberg, KÍ (32)
2021: Árni Frederiksberg, KÍ (35)
2020: Petur Knudsen, NSÍ (32)
2019: Klæmint A. Olsen, NSÍ (35)
2018: Adrian Justinussen, HB (31)
2017: Patrik Johannesen, B36 (26)
2016: Páll A. Klettskarð, KÍ (34)
2015: Hans Pauli Samuelsen, B36 og Klæmint A. Olsen, NSÍ (27)
2014: Finnur Justinussen, Víkingur og Klæmint A. Olsen, NSÍ (30)
2013: Páll A. Klettskarð, KÍ (30)
2012: Clayton Soares, ÍF (29)