07 Vestur má tungu leiðina niður í 1.deild.
Tað var stór spenningur undan síðsta umfarinum, men bæði Skála og AB skoraðu tíðliga, so tað var ongantíð eftir tað so, at bara eitt mál flutti, hvør flutti niður. Á Argjum skoraði Sjúrður Henriksen einasta málið eftir deyðbóltsstøðu, tá fýra minuttir vóru farnir. Í seinna hálvleiki trýsti 07 Vestur nógv, men AB vardi væl og helt 07 Vestur frá at koma til nógvar stórar møguleikar.
Tað stóð nógv á argjafólkum, og fleiri sóust fella tár eftir dystin. Hetta hevði nógv at siga fyri uppflytararnar, sum hava staðið seg so væl í ár, men eftir summarsteðgin ikki hava fingið úrslitini, sum skulu til.
Eisini hinir uppflytararnir Skála yvirlivdu og tað er fyrstu ferð síðani 2019, at Skála varðveitir plássið í bestu deildini.
Úrslitini í síðsta umfarinum:
B68-NSÍ 0-3
AB-07 Vestur 1-0
EB/Streymur-Skála 0-2
HB-B36 1-3
KÍ-Víkingur 0-0