Hjá summum fjepparum hjá 07 Vestri, AB og Skála hevur helt verið lítil svøvnur í nátt av spenningi.
Tá kappingarskráin kom út, so var 27. umfar eitt sera áhugavert umfar við øllum fimmn dystunum, men tá vit komu hartil nú, so stendur ikki stórvegis uppá spæl í trimum av teimum. Og tá er tað spell at hesir liggja síðst, tí mann ynskir at tað skal standa nógv uppá spæl, tá HB-B36, KÍ-Víkingur og B68-NSÍ møtast.
Tann spenningurin sum manglar í teimum trimum dystunum, hann kemur hinvegin í hinum báðum, har ein niðurflytari skal finnast av 07 Vestri, AB og Skála. Dystirnir eru AB-07 Vestur og EB/Streymur-Skála. Vit hava umrøtt møguleikarnar aðrastaðni, men øll trý kunnu sjálvi avgera sína lagnu, tí vinnararnir av dystunum halda heilt vist fram í deildini. Og eisini kann staðfestast, at eitt sera kappingarørt lið flytir niður, tí einki av hesum liðum hevur havt eitt kappingarár, sum ein niðurflytari vanliga hevur.
Feløgini gera nógv burturúr og á Argjum verður helst størsta áskoðarafjøld, sum hevur verið í nøkur ár.