Tað vísa hagtølini.
AB og 07 Vestur hava júst somu hagtøl á einum øki. Tey eru komin afturum í 15 av teimum 26 dystunum. Av teimum hava tey tapt 14 og fingið ein javnleik. Tað eru einastu liðini, sum ongan dyst hava vunnið, har tey eru komin afturum. Í hinum endanum er Víkingur, sum hevur vunnið fýra av teimum ellivu dystunum, sum liðið er komið afturum í.
Tað liðið sum kemur afturum á Argjum í morgin er sostatt í sera stórum vanda fyri at tapa dystin sambært hagtølunum. 14 av 15 dystum svarar til 93 %.