Í morgin spælir hann sínar síðstu minuttir á hesum sinni.
27 ára gamli Ragnar Samuelsen hevur spælt við í øllum 26 landskappingardystunum hjá B36 higartil sambært FaroeSoccer. Men hann verður ikki við 2027. Orsøkin er, at hann fer uttanlands.
Ragnar hevur bara spælt við barndómsfelagnum B36 burtursæð frá tveimum árum í B68 og einum hálvum ári í EB/Streymi.