Vit hava hugt eftir innanhýsis dystum, heimavølli/útivølli og formkurvum hjá teimum liðunum, sum kappast um at sleppa undan niðurflyting á ársins síðsta leikdegi.
Hjá teimum sum fylgja 07 Vestur. AB og Skála, so verður hjá summum kanska ikki so nógvur svovnur komandi nátt, um svøvnurin ávrikast av spenningi, tí eitt av hesum liðum verður seint seinnapartin í morgin í 1.deild. Væl at merkja um liðini ikki enda púra jøvn, men til tað krevst útrslit sum 5-3 ella 6-4 í øðrum dystinum og tað er neyvan so sannlíkt.
Sæð yvir alt árið, so hevur einki av hesum liðum avrika á stigi við tey, sum vit ofta hava sæð flutt niður síðstu árini. M.a. hava øll trý 8-10 stig fleiri enn 07 Vestur hevði á 8. plássi í fjør.
AB-07 Vestur og EB/Streymur-Skála byrja leygardagin kl. 15.00. Í aðrari grein kann lesast um møguleikarnar sum eru fyri, at liðini flyta niður.
Innanhýsis dystirnir fyrr í ár:
4. umfar: AB-07 Vestur 2-0
14. umfar: 07 Vestur-AB 2-0
4. umfar: Skála-EB/Streymur 1-2
14. umfar: EB/Streymur-Skála 1-1
Heimavøllur og útivøllur:
AB hevur fingið 17 stig í 12 heimadystum. EB/Streymur hevur fingið 13 stig í 13 heimadystum. Skála hevur fingið 8 stig í 12 útidystum, meðan 07 Vestur hevur fingið 10 stig í 13 útidystum.
Formur:
Skála hevur bara tapt ein av síðstu átta dystunum
EB/Streymur hevur ikki skorað í trimum dystum á rað. EB/Streymur hevur spælt ein heimadyst móti botn 5 liði eftir summarsteðgin, sum endaði við 2-0 sigri á AB.
AB hevur ikki vunnið nakran dyst síðstu átta umførini. AB hevur bara spælt fimm heimadystir móti botn 5 í ár. Teir hava givið tríggjar sigrar, ein javnleik og eitt tap.
07 Vestur hevur í seks dystum móti botn 5 undir Tór Ingari Akselsen vunnið fýra, spælt ein javnan og bara tapt ein dyst.