Tað stendur nógv uppá spæl í tveimum dystum í síðsta umfarinum.
Í ár var lagt upp til eitt sera áhugavert síðsta umfar, men farnu 26 dystirnir hava gjørt, at einki nevnivert er at spæla fyri í dystum, sum vanligan hava stóran áhuga. Men á Argjum og í Streymnesi stendur nógv uppá spæl. Jákup Ø. Mohr skal døma botngysaran á Argjum, meðan Heini Z. R. Viðoy dømir í Streymnesi.
Dómarar:
B68-NSÍ: Jóhan Hendrik Ellefsen
HB-B36: Eiler Rasmussen
KÍ-Víkingur: Leivur Zachariassen
AB-07 Vestur: Jákup Ø. Mohr
EB/Streymur-Skála: Heini Z. R. Viðoy