(Greining) Karstin Joensen setti seg í formansstólin í oktober 2022, júst sum NSÍ var flutt niður í 1.deild. Fýra ár seinni er NSÍ FM-vinnari.
NSÍ fekk nýggja starvsnevnd eftir niðurflytingina í 2022. Fyrsta kappingarárið undir nýggju leiðsluni var sostatt í 2023, tá NSÍ spældi í 1.deild. Nú trý ár seinni hevur NSÍ vunnið FM í 4. kappingarárinum. Tann einasti sum gongur aftur frá nýggju nevndini hjá NSÍ í oktober 2022 er Karstin Joensen, sum var og framvegis er formaður.
- Tá vit komu til í 2022 var stemningurin ikki, sum hann er nú. Eg havi onkuntíð lýst hann sum jarðarferðarstemning, segði Karstin Joensen m.a. við bolt.fo eftir dystin sunnukvøldið.
Bara Kristian Joensen og Beinir Nolsøe ganga aftur
Fyrsta kappingarárið hjá nýggju leiðsluni hjá NSÍ var í 2023 í 1.deild. Og hyggja vit á FaroeSoccer eftir hópinum frá tí árinum, so eru tað bara tveir leikarar, sum spældu ein stóran leiklut tá og í 2026. Tað eru málverjin Kristian Joensen og miðvallarleikarin Beinir Nolsøe. Kristian spældi teir fyrstu seks landskappingardystirnar í ár, áðrenn ein skaði steðgaði honum, meðan Beinir fekk ein stóran leiklut, tá Brandur H. Olsen bleiv skaddur.
Fingu teir lokalu heim
Eitt sum hevur eyðkent seinnu árini hjá NSÍ er, at felagið hevur fingið teir flestu av sínum ’’lokalu’’ stórspælarum heim aftur. Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen, Jann Benjaminsen, Aron Knudsen, Michal Przybylski, Meinhard E. Olsen og Viljormur Davidsen eru allir komnir aftur til NSÍ síðani 2024. Jann og Michal byrjaðu í B68, men skiftu til NSÍ í ungdómsárunum. Og tað sum NSÍ av tí sama nýtir gott av nú er eitt gott ungdómsarbeiði, tá leikarar føddir í 1997-1999 vóru uppaldir í felagnum og tá tosa vit kanska um ungdómsarbeið árini 2005-2015 ella har áleið, sum gevur stóra úrslitið í 2026. Og nøkur ár frammanundan skulu vit til at finna árini, tá ungdómsdeildin í NSÍ framleiddi Viljorm Davidsen og Klæmint A. Olsen.
Prógva at tað kann ganga skjótt
NSÍ hevur prógvað, at tað kann ganga skjótt hvønn veg í føroyskum fótbólti. Tí meðan KÍ spældi bólkaspæl og fylti pengakassarnar í 2023, so spældi NSÍ í 1.deild, har áhugin fyri at síggja dystirnar var lítil, sum ikki er óvanligt. Avrikið í 1.deild var heldur ikki so øgiliga sannførandi, tí NSÍ á 2. plássi endaði langt aftanfyri Skála. Tí stóu fleiri spyrjandi, hví flestu viðmerkjarar eftir kappingarárið í 2023 væntaðu nógv meir av NSÍ enn Skála í bestu deildini í 2024, men har spælir søgan og atdráttarmegin inn.
Stór úrskifting
Í fótbólti er ein myta, at brúk er fyri stabiliteti við leikarum og venjarum og at alt skal taka tíð. Hetta síggja vit í NSÍ, tó at sum áðurnevnt, so kann tað ganga rúm tíð frá tí at gott ungdómsarbeiði veruliga kastar stóra úrslitið av sær í bestu deildini. Tí burtursæð frá formanninum, so er stór útskifting á nærum øllum økjum, og tað hevur gingið við rúkandi ferð framá. Síðani 2023 hava tríggir venjarar verið og á leikarasíðuni hevur stór útskifting verið.
Taka vit teir 14 leikararnar sum hava spælt mest í ár, so komu teir til NSÍ hesi árini:
2026: 6
2025: 4
2024: 3
2023 ella áðrenn: 1
Tá skal havast í huga, at leikarar sum Meinhard E. Olsen og Sammy Skytte, sum báðir komu til í summar, ikki telja við, tí teir spældu undir 500 minuttir í landskappingini sambært FaroeSoccer. Tað er tí næstan eingin leikari, sum hevur spælt meir enn trý ár við NSÍ og teir flestu av berandi kreftunum eru komnir til felagið í 2026 ella 2025. Liðið hjá føroyameistarunum er í stóran mun sett saman uppá tvey ár.
Bíligan hóp og stóran inntøkuvøkstur
NSÍ hevur havt lutfalsliga bíligan hóp fyri at røkka hesum máli, um hugt verður eftir roknskapinum hjá FSF, tó at vit ikki kenna tølini fyri 2026 enn. Í 2025 vóru lønirnar í felagnum tilsamans 5,3 mó, harav leikaralønir 2,8 mió. Til samanberingar hevði KÍ í 2025 leikaralønir á 9,8 mió og lønir tilsamans fyri 15,4 mió.
Helst eru lønirnar í NSÍ nakað hægri í 2026, tí NSÍ kom tvær ferðir víðari í altjóða kapping, sum kastar bonus av sær og formaðurin hevur sagt við miðlar, at felagið satsaði í summar við at keypa leikarar, tá mann sá, at FM kundi røkkast. Men inntøkurnar eru eisini sera nógv vaksnar eftir, at NSÍ kom víðari í Conference League tvær ferðir í ár og inntøkurnar verða eisini høgar í 2027, tá NSÍ skal luttaka í Champions League við møguleika fyri at koma í deildarspæl og harvið sera nógv størri inntøkur, um tað eydnast at fáa somu úrslit sum í summar við at vinna tey bæði fyrstu umførini.
Sí talvur um lønir og inntøkur niðanfyri, sum er frá roknskapinum.
