NSÍ hevur fleiri ferðir í ár víst, at liðið ongantíð gevst upp. Ein uppgerð yvir avgerandi mál í seinastu minuttunum vísir, at nýkosnu føroyameistararnir hava vunnið tíggju stig við seinum málum, meðan teir hava mist fýra stig hinvegin.
NSÍ tryggjaði sær sunnudagin sítt annað føroyameistaraheiti við 1-1 javnleiki móti HB. Enn einaferð var tað eitt seint mál, sum gjørdist avgerandi.
Petur Knudsen javnaði til 1-1 í 84. minutti, og tað var nóg mikið til at tryggja NSÍ FM-heitið.
Men dysturin móti HB var langt frá einasta ferðin í ár, at NSÍ fekk avgerandi mál í seinastu løtunum.
Í seks dystum hevur NSÍ skorað sjey mál frá 82. minutti og frameftir, sum hava broytt stigabýtið til fyrimunar fyri liðið. Samanlagt hava hesi málini givið NSÍ tíggju stig.
Longu í triðja umfari skoraði Petur Knudsen sigursmálið til 2-1 móti AB í 92. minutti. Í fjórða umfari tryggjaði Beinir Nolsøe NSÍ ein 2-1 sigur móti B68 við máli í 82. minutti.
Í sætta umfari var tað Michal Przybylski, sum skoraði einasta málið móti EB/Streymi í 97. minutti.
Ein av mest dramatisku dystunum var móti KÍ í 20. umfari. KÍ var á odda 2-0, men Petur Knudsen minkaði um munin í 83. minutti, áðrenn Daniel Obbekjær javnaði til 2-2 í 99. minutti.
Í 25. umfari tryggjaði Aron Knudsen NSÍ øll trý stigini móti 07 Vestur við máli í 83. minutti.
Og sunnudagin var tað aftur Petur Knudsen, sum gjørdist avgerandi, tá hann javnaði móti HB í 84. minutti.
Eisini mist fýra stig seint í dystum
Tað hevur tó ikki altíð gingið NSÍ til vildar í seinastu minuttunum.
Í sjeynda umfari javnaði Skála til 3-3 í 95. minutti, og har misti NSÍ tvey stig.
Í 12. umfari skoraði AB sigursmálið til 3-2 í 91. minutti, og tað kostaði NSÍ eitt stig.
Í 17. umfari var støðan 1-1 móti HB, tá HB skoraði í 80. minutti og legði seg á odda 2-1. HB skoraði aftur í 95. minutti og vann 3-1. Fyrra málið kostaði NSÍ eitt stig, meðan seinna málið ikki broytti stigabýtið.
Sostatt hevur NSÍ mist fýra stig við seinum málum hjá mótstøðuliðunum.
Seks stig í plus
Tá roknað verður saman, hevur NSÍ vunnið tíggju stig við sínum egnu seinnu málum og mist fýra stig við seinum málum hjá mótstøðuliðunum.
Tað gevur ein nettovinning á seks stigum.
Petur Knudsen hevur verið serliga avgerandi í hesum dystunum. Hann hevur skorað trý av teimum sjey seinnu málunum, umframt at hann legði upp til sigursmálið hjá Aron Knudsen móti 07 Vestur og málið hjá Michal Przybylski móti EB/Streymi.
Uppgerðin vísir, hvussu nógv tað hevur havt at siga fyri NSÍ, at liðið hevur megnað at avgera dystir í seinastu løtunum.
Seks stig í nettoúrtøku frá hesum avgerandi seinnu málunum eru ein týðandi partur av søguni um, hvussu NSÍ gjørdist føroyameistari í 2026. Samaber vit við KÍ, so hevur KÍ tvey stig í nettoúrtøku. Eitt lið hevur eins góð hagtøl sum NSÍ á hesum øki. Tað er Skála, sum eisini hevur eina nettoúrtøku á seks tig frá 76. minutti og út.