Høgri bakkurin hjá HB spælir tí ikki fyrsta partin av 2027.
Heri Mohr fór út í dystinum móti KÍ á Tórsvølli herfyri og skjótt sást, at talan kundi verið um álvarsaman skaða. Nú hava kanningarnar staðfest, at krossbandið er slitið og hann skal undir skurð í desember. Eftir tað er uppvenjing á skránni og ein fær vanliga ikki spælt fótbólt eitt stað millum seks og 12 mánaðar.