– Eg sá dreingir gerast menn, og eg sá ungar menn gerast meistarar, sigur Sigurður Ragnar Eyjólfsson, venjari hjá NSÍ, sambært íslendska Fótbolta.net eftir at NSÍ sunnudagin tryggjaði sær FM-heitið fyri aðru ferð í søgu felagsins.
Íslendski venjarin setur orð á stóra dagin í Runavík á sínnum facebook vanga sambært fotbolti.net, har NSÍ við 1-1 javnleiki móti HB tryggjaði sær føroyameistaraheitið.
– Eg sá fólk gráta av gleði. Eg sá fleiri áskoðarar koma á vøllin, enn tað búgva í okkara býi. Eg sá áskoðaraplássini fullsett 30 minuttir undan dystinum. Eg sá gult og svart, stolt, spent og glað fólk. Eg sá trummur, neyðbluss og fýrverk, sigur Sigurður Ragnar sambært Fótbolta.net.
Hann leggur serliga dent á, hvussu nógv meistaraheitið merkir fyri børnini og lokalsamfelagið.
– Eg sá børn fáa sær fyrimyndir. Eg sá hetjur skriva autografar, dreingir gerast menn og ungar menn gerast meistarar. Eg sá minnir verða skapt, sum eitt heilt lokalsamfelag fer at bera við sær restina av lívinum.
Sigurður Ragnar lýsir eisini løtuna, tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð.
– Eg sá hundraðtals fólk missa tamarhaldið á sær sjálvum, tá dysturin var liðugur, og renna inn á vøllin saman við mær og fegnast óført. Eg sá fólk missa alt tamarhald á sínum kenslum. Eg sá okkum koma afturúr, men stríðast og javna, júst sum í sjálvum lívinum.
NSÍ kom afturúr móti HB, men Petur Knudsen javnaði til 1-1 í 84. minutti. Tað var nóg mikið til at tryggja FM-heitið.
– Eg sá alt okkara lið vera við í útjavnandi málinum. Eg sá okkum røkka einum máli, sum vit settu okkum saman fyri einum ári síðani, tá eingin trúði upp á okkum. Eg havi sæð eitt lið, sum ongantíð gevst upp, og sum nú hevur fingið løn fyri stríðið.
Sigurður Ragnar endar sína lýsing við nøkrum orðum, sum siga nógv um kenslurnar eftir søguliga FM-heitið.
– Besta kappingarár í søgu NSÍ er nú veruleiki. Til lukku, NSÍ! Saman standa vit sterk! Vit eru meistarar!