NSÍ-toppskjúttin skoraði avgerandi útjavnandi málið í 84. minutti.
Sera nógvir áskoðarar vóru møttir við Løkin í dag, nú NSÍ kundi tryggja sær FM 2026. Tað annað í søgu felagsins og fyrsta síðani 2007.
NSÍ byrjaði nógv betri opg var sum heild omaná í fyrra hálvleiki, men HB var eisini við. Í seinna hálvleiki kom HB á odda við máli frá Ebye Moses og HB var eisini omaná fram til síðsta partin av dystinum. Í 84. minutti javnaði toppskjúttin Petur Knudsen og 1-1 gjørdist úrslitið.
Útjavnandi málið var avgerandi fyri, at NSÍ slapp frá at skula á Svangaskarð leygardagin at avgera alt. Sum heild var talan um ein góðan og undirhaldandi dyst, har bæði liðini royndu at leypa á. Einki sást til, at liðini kundu brúka ein javnleik.
Eftir dystin var stórur rómur á mongu heimaáskoðarunum og stórt og flott fýrverk var at síggja.
Bolt.fo ynskir NSÍ til lukku við føroyameistaraheitinum 2026.