Geza Turi hevði ein framúr góðan dyst, tá Grimsby Town í dag vann 4-1 á útivølli móti Gillingham í ensku League Two.
Føroyski miðvallarin var millum teir fyrstu ellivu hjá Grimsby Town og setti sín týðiliga dám á dystin.
Geza Turi skoraði eitt av teimum fýra málunum hjá Grimsby og legði eisini upp til fjórða málið. Tað kom í 70. minutti, tá hann spældi Sonny Finch leysan, sum staðfesti 4-1 sigurin.
Avrikið hjá føroyska miðvallaranum varð eisini lagt til merkis hjá Flashscore, sum gav honum karakterin 8,5. Tað var hægsta metingin av øllum leikarunum á vøllinum.
Næsthægsta metingin var 7,8, og Geza Turi var sostatt greitt besti leikarin á vøllinum sambært Flashscore.
Grimsby Town vann sostatt ein sannførandi útisigur, har føroyski miðvallarin hevði beinleiðis lut í tveimum av teimum fýra málunum.
Við sigrinum lyfti Grimsby Town seg úr 17. upp á 11. pláss í League Two.