Í dag var síðsta umfar leikt í kvinnudeildini.
Alt er avgjørt fyri fleiri umførum síðani, men at vinna síðsta dystin hevur altíð ein ávísan týdning. KÍ vann 2-1 á HB og kundi taka ímóti FM-steypinum eftir dystin. KÍ vann fyrr í ár eisini løgmanssteypið og stórsteypið. Í hinum dystinum vunnu bronsuvinnararnir úr Víkingi 2-0 á Skála.