Eftir kvøldsins fund millum forfólk og FSF er meiriluti ikki fyri at gera broytingarnar, sum hava verið viðgjørdar síðstu vikurnar.
Flytingarvindeygað, sum er eitt tað fyrsta í Evropa sum stongir um summarið, skuldi leingjast um summarið. Síðani skuldu Evropaliðini flyta fyrsta umfar eftir summarsteðgin til at spæla í mai ella juni. Føroyar er næstan einasta landið, sum byrjar í fyrsdta umfari, sum ikki flytir dystir í heimligu kappingunum vegna altjóða dystir. Og so skuldi verða ein hálvfinala heldur enn tvær sum tað hevur verið.
Alt bleiv viðgjørt sum ein samlað broyting. Møguliga tí, at tað er ymiskt, hvussu broytingarnar raka, har broytingarnar fyri evropaliðiuni geva teimum betri møguleikar at avrika væl, meðan ein hálvfinala økir um møguleikarnar hjá veikaru liðunum í hálvfinaluni.
Á fundinum í kvøld var greitt, at meiriluti ikki var fyri at fremja hesar broytingar. Men alt er ikki endaliga vrakað enn, tí feløgini skulu sum skilst møtast aftur skjótt at tosa um hesi málini.
Sum skilst eru tað topp 5 feløgini, sum er fyri broytingunum, hóast fleiri av teimum áður hava verið ímóti at spæla eina hálvfinalu, meðan tey flestu av hinum feløgunum antin eru ímóti ella onga meining hava.
Solidaritetspengarnir ávirkast
At feløgini sum ikki spæla í Evropa ikki eru fyri hesum broytingum kann kanska verða torført at skilja, tí ein stórur partur av teirra inntøkum, sum er solidaritetspengar, ávirkast beinleiðis av, hvussu liðini klára seg í Evropa. Í grein HER sást, at munurin í inntøkum til eitt lið uttanfyri Evropa kann verða meir enn ein millión alt eftir, hvussu evropaliðini klára seg. Harafturat hava Evropaliðini sagt ein prosentpart frá sær, sum fer í eina pulju, sum fer til onnur feløg. Tann skipanin er galdandi fram til 2027.