Hann verður einasti leikarin, sum leikari hevur verið við í báðum meistaraheitunum hjá NSÍ, um NSÍ vinnur FM í ár.
Klæmint A. Olsen var 17 ár, tá NSÍ Í 2007 vann higartil einasta FM í søgu felagsins. Tað kappingarárið bleiv hann skiftur inn fimm ferðir og spældi tilsamans 70 minuttir sambært FaroeSoccer. Komandi sunnudag ella leygardagin aftaná væntast annað FM 2026 at blíva veruleiki. Og tað er bara Klæmint, sum gongur aftur, og tí fer hann at skriva enn eina søgu í NSÍ afturat øllum metunum, sum hann hevur við málskjóting. Klæmint hevur skorað 268 mál í bestu deildini í Føroyum og tað er met.
Ein annar fær FM-heiðursmerki nummar tvey við NSÍ. Tað er Pól Thorsteinsson. Hann var leikari í 2007 og er hjálparvenjari í ár.