Formaðurin sigur, at onkrar broytingar vera.
FC Suðuroy skal í 2027 aftur spæla í bestu deildini. Steðgurin í 1.deild verður bara eitt ár, men uppgávan hesaferð verður at megna tað sum ikki eydnaðist í fjør. At halda sær í deildini.
Norski Marcks Thorsberg hevur verið venjari í ár. Men hann hevur ikki A-venjaraprógv. Í venjaratoyminum eru Palli Augustinussen og Finn Johannesen við A-venjaraprógvum. Eyðbjørn Thomsen er formaður í FC Suðuroy.
- Vit arbeiða fram ímóti at hava sama venjaratoymið við onkrari umskipan. Markus Thorberg fer væntandi undir at byrja uppá A-venjaraútbúgvingina og so hava vit aðrar venjarar í felagnum við A-venjaraprógvi, sigur Eyðbjørn Thomsen við bolt.fo.
Onkrar broytingar í hópinum
Hópurin hjá FC Suðuroy fer væntandi at minna nógv um tann í ár. 38 ára gamli miðverjin Valerian Iobashvili verður ikki við, tí hann í besu deildini ikki kann spæla við arbeiðsloyvi, meðan arbeitt verður við at fáa Teit Hjelm (ÍF) og Fríða Holm (útleigaður til EB/Streym) aftur til barndómsfelagið. Afturat hesum er ætlanin at styrkja hópin við einum miðverja og einum álopsleikara. Tá er mest sannlíkt, at talan verður um útlendskar leikarar, tí søguliga sæð er torført at fáa føroyskar leikarar suður, men allir møguleikar standa opnir, sigur Eyðbjørn Thomsen.