Í 25. umfari spældi ein leikari við Víkingi, sum FC Hoyvík metir verða ólógligan.
32 ára gamli Filip Djordjevic hevur spælt 10 dystir í MeistaraDeildini, seinast 21. august. Síðani tá hevur hann spælt í 1.deild 20. og 21. umfar. Síðani finaluna um løgmanssteypið og so aftur 22. umfar í 1.deild.
Síðani spældi hann 25. umfar í 1.deild móti FC Hoyvík. Ein dyst sum Víkingur vann 8-3. Í 1.deild eru serligir reglar fyri, hvat er loyvt síðstu trý umførini fyri leikarar yvir 21 ár.
Vit skulu í Grein 9 í kappingarreglunum fyri at finna reglur um hetta. Har stendur:
Leikari kann ikki flyta frá hægri til lægri deild eftir at fjórðseinasti dystur er leiktur í lægri deildini kappingarárinum. Hetta umfatar ikki leikarar, sum koma undir grein 8, stk. 3 Tó er loyvt leikara, sum í kappingarárinum hevur leikt í mesta lagi 3 dystir í hægri deildini, at flyta niður í lægri deildina í hesum dystum samsvarandi ásetingunum í grein 8.
Í fjør skrivaðu vit um eftir kappingina, at fleiri leikarar spældu ólógliga við 1.deild í einum dysti, sum ikki hevði stórvegis týdning. Les tað greinina HER
Tá skrivaðu vit útfrá upplýsingum frá FSF, at ’’Tað sum er avgerandi er, hvar leikarin spælir fjórðseinasta umfar ella seinasta umfar, har hann hevur spælt áðrenn tey trý seinastu umførini.’’
Útfrá tí, so er er einki ivamál um, at Filip Djordjevic spældi lógliga. Eisini finst ein úrskurður frá aganevndini í 2014, har HB kærdi KÍ í 1.deild fyri at brúka Atla Danielsen. Tá vann kæran hjá HB ikki, tí Atli hevði spælt við 3.deild áðrenn og tí ikki flutti til lægri deild.
Men ein úrskurður í kæru nummar trý frá aganevndini í 2016 vísir møguliga nakað annað, og tað er hendan, sum FC Hoyvík m.a. vísir til.
Í tí úrskurðinum var KÍ dømt at tapa dyst hjá 2.deild kvinnum móti FC Suðuroy, tí Annika Christiansen var mett at hava spælt ólógliga við 2.deild, tí hon hevði spælt fleiri enn tríggjar dystir við 1.deild. Sí annars ta kæruna HER
Har vísti KÍ á, at hon leikti lógliga, tí hon hevði spælt við 2.deild frammanundan, og tí ikki var flutt niður í lægri deild.
FC Hoyvík liggur í tøttum stríði við NSÍ og HB um at sleppa undan niðurflyting, nú bara eitt umfar er eftir. HB liggur undir niðurflytingarstrikuni við 25 stigum, meðan FC Hoyvík og NSÍ hava 26 stig.