Í dag vunnu HB og FC Hoyvík og tað ger, at tey bæði saman við NSÍ koma at kappast um at yvirliva í síðsta umfarinum.
HB vann 2-0 á botnliðnum EB/Streymi, meðan FC Hoyvík vann 2-0 á NSÍ. EB/Streymur er flutt niður, men støðan millum hini trý liðini er hendan:
7. NSÍ 26 stig (málmun -23)
8. FC Hoyvík 26 stig (-34)
9. HB 25 stig (-10)
Dystirnir í síðsta umfari komandi leygardag eru:
EB/Streymur-FC Hoyvík
B36-HB
NSÍ-Víkingur