Fyrrverandi Skála-leikari á lista yvir bestu ungu driblararnar.
Danski Simon Jørgensen, sum áður hevur spælt við Skála og FC Hoyvík, er komin á ein lista saman við stórum fótbóltsnøvnum sum Lamine Yamal og Yan Diomande.
Tað skrivar danski fótbóltsmiðilin Campo, sum vísir til eina nýggja kanning hjá fótbóltseftirlitsstovninum CIES.
CIES hevur kannað, hvørjir leikarar undir 22 ár hava flest væleydnaðar driblingar fyri hvørjar 90 minuttir í hesum kappingarárinum. Kanningin fevnir um 32 av sterkastu fótbóltsdeildunum.
21 ára gamli Simon Jørgensen er á níggjunda plássi á listanum við 3,59 væleydnaðum driblingum fyri hvørjar 90 minuttir. Tølini eru frá dystum hansara við svenska felagnum GAIS.
Ovast á listanum er Yan Diomande við 5,05 væleydnaðum driblingum, meðan Barcelona-stjørnan Lamine Yamal er á sætta plássi við 3,78. Norski Antonio Nusa er eisini ovarlaga á listanum við 4,22.
Simon Jørgensen, sum áður hevur roynt seg í føroyskum fótbólti við bæði Skála og FC Hoyvík, er sostatt í fínum selskapi á listanum hjá CIES.
