FIFA ætlar at hækka menningarstuðulin til limalondini munandi. Verður nýggja uppskotið góðkent, kann FSF fáa upp í 160 milliónir krónur frá FIFA í tíðarskeiðinum 2027–2030. Tað er meira enn tríggjar ferðir so nógv sum í verandi stuðulsskipan.
Á fundi í Zürich í dag legði FIFA-forsetin Gianni Infantino fram eina ætlan um at økja menningarstuðulin til fótbóltssambond kring allan heimin. Júst Infantino er tó undir stórum trýsti og fleiri miðlar skriva, at tað verður arbeitt við at stilla mótvalevni upp á komandi aðalfundi.
Sambært ætlanini skulu tilsamans 6,35 milliardir amerikanskar dollarar brúkast til menning av fótbólti í tíðarskeiðinum 2027–2030.
Øll tey 211 limalondini hjá FIFA, harímillum Føroyar, kunnu fáa upp í 25 milliónir dollarar hvør. Tað svarar til umleið 160 milliónir føroyskar krónur yvir fýra ár, ella 40 milliónir krónur um árið í miðal.
Stór hækking í mun til verandi stuðul
Í verandi FIFA Forward-skipan, sum fevnir um árini 2023–2026, kunnu limalondini fáa upp í átta milliónir dollarar hvør. Tað svarar til umleið 51 milliónir krónur yvir fýra ár.
Nýggja uppskotið merkir sostatt, at hámarksupphæddin hækkar úr umleið 51 milliónum krónum til 160 milliónir krónur. Tað er ein hækking upp á umleið 109 milliónir krónur, ella góð 212 prosent.
Upprunaliga var ætlanin, at stuðulin í næsta fýra ára skeiðinum skuldi vera 10 milliónir dollarar til hvørt limaland, svarandi til umleið 64 milliónir krónur. Men eftir stóra fíggjarliga úrslitið frá HM-endaspælinum í summar hevur FIFA nú skotið upp at hækka upphæddina til 25 milliónir dollarar.
Pengarnir skulu menna fótbóltin
Stuðulin skal serliga brúkast til menning av kvinnu- og ungdómsfótbólti, fótbóltsvallir, umstøður og aðrar langtíðarverkætlanir.
FIFA ætlar at brúka ein part av sínum stóru peningagoymslum til at fíggja hækkingina. Sambært altjóða miðlum er fíggjarliga úrslitið hjá FIFA munandi betri enn upprunaliga væntað, serliga orsakað av HM-endaspælinum í USA, Kanada og Meksiko.
Tað er tó týdningarmikið at leggja dent á, at talan er um hámarksupphæddir. Hvussu nógv FSF í veruleikanum fær, veldst millum annað um treytirnar í stuðulsskipanini og hvørjar verkætlanir verða góðkendar.
Endalig avgerð í 2027
Uppskotið er ikki endaliga samtykt.
FIFA skal fyrst áseta nærri treytir fyri, hvussu peningurin verður býttur út og nýttur. Ætlanin er, at hesar treytir skulu viðgerast á næsta FIFA-ráðsfundinum í desember, áðrenn uppskotið skal til endaliga góðkenning á FIFA-aðalfundinum í mars 2027.
Verður uppskotið samtykt, kann tað fáa stóran fíggjarligan týdning fyri føroyskan fótbólt komandi árini.