Nógv rok hevur verið um íslendska A-landsliðið seinastu dagarnar, eftir at fleiri landsliðsleikarar brutu agareglurnar hjá liðnum mitt í seinasta landsliðsvindeyga.
Hendingin fór fram leygarkvøldið eftir 3-0 sigurin á Bulgaria. Íslendskir miðlar hava skrivað, at nakrir av landsliðsleikarunum fóru út í Reykjavík, har teir millum annað vóru á einum pokerstaði og drukku rúsdrekka.
Hetta var ikki eftir seinasta dystin í landsliðsvindeyganum. Longu dagin eftir skuldi íslendska landsliðið ferðast til Estlands, har seinasti dysturin í vindeyganum skuldi spælast týsdagin.
Sambært íslendska miðlinum Fótbolti.net var talan um einar fýra til fimm leikarar. Tað hevur eisini verið ført fram, at nakrir av teimum vóru millum leikararnar, sum byrjaðu inni móti Estlandi.
KSÍ hevur staðfest, at nakrir landsliðsleikarar brutu agareglurnar, og málið varð síðani viðgjørt innanhýsis. Leikararnir vórðu tiknir til samrøðu, og eisini varð tosað við allan landsliðshópin.
Í dag hevur íslendski landsliðsvenjarin Arnar Gunnlaugsson fyri fyrstu ferð úttalað seg ítøkiliga um málið. Hann dylur ikki fyri, at hann er sera vónbrotin.
– Teir hava ikki bara svikið seg sjálvar, men eisini meg, liðfelagarnar og tjóðina, sigur Arnar Gunnlaugsson við Vísir.
Hann sigur, at leikararnir ikki bóru seg at sum yrkisleikarar, og at hendingin hevði beinleiðis ávirkan á fyrireikingarnar til dystin móti Estlandi. Arnar fekk kunnleika til málið sunnukvøldið, eftir at liðið var komið til Estlands.
– Fyrireikingarnar fóru til helvitis. Samstundis vóru ávísir partar av dystarætlanini, sum vit noyddust at broyta og tillaga, sigur landsliðsvenjarin.
Ísland megnaði ikki at fylgja góða úrslitinum móti Bulgaria upp. Dysturin móti Estlandi endaði málleysur, og avrikið hjá íslendingum fekk nógva atfinning.
Arnar Gunnlaugsson vil ikki upplýsa, hvørjir leikararnir vóru. Hann sigur samstundis, at málið er viðgjørt bæði í landsliðshópinum og í KSÍ, og at hann nú metir málið at vera liðugt.
Ein persónur, sum sjálvur var á pokerstaðnum hetta kvøldið, hevur tó sagt við íslendskar miðlar, at hann ikki upplivdi nakran ófrið frá landsliðsleikarunum. Tað broytir kortini ikki, at KSÍ hevur staðfest, at talan var um agabrot.