Greiningafyritøka hevur sett prosentir á.
Sambært greiningafyritøkuni FMD, so er tað 99,9 % vist, at B68 flytir niður. Síðani er 07 Vestur greiður favorittur, men AB og Skála liggja á 20-22 %. EB/Streymur verður ikki mett at verða í stórvegis vanda við 2,3 %.
Tá tað kemur til FM, so er 78 % sannlíkt, at NSÍ vinnur FM, meðan KÍ fær írestandi 22 %.
Tað ber ikki til at fáa tøl fyri, hvør endar frammanfyri av HB og B36. Men HB væntast at enda á 46 stigum og B36 á 42 stigum. Tað er 96 % sannlíkt, at HB endar í topp 4, meðan tað er 24 % sannlíkt, at B36 endar í topp 4 sambært FMD.
Flyta niður:
99,9 %: B68
56,3 %: 07 Vestur
21,5 %: AB
20,0 %: Skála
2,3 %: EB/Streymur
Meistari:
78 %: NSÍ
22 %: KÍ