Danski áleyparin Mads Borchers, sum áður hevur spælt við 07 Vestur og HB, hevur veruliga fingið ferð á málskjótingina í Finnlandi. Eftir fimm mál í teimum seinastu tveimum dystunum er hann nú toppskjútti í bestu finsku deildini.
24 ára gamli Mads Borchers spælir í dag við finska stórfelagnum HJK Helsinki, har hann hevur havt eitt gott kappingarár.
Borchers hevur skotið 15 mál í 25 landskappingardystum og er nú ovast á toppskjúttaralistanum í Veikkausliiga. Teemu Hytönen hjá Ilves hevur eisini skotið 15 mál.
Serliga seinastu dagarnar hevur Borchers verið í stórformi. Tann 8. oktober skoraði hann hattrikk, tá HJK vann heili 6-0 á VPS. Fýra dagar seinni skoraði hann tvey mál og legði upp til eitt, tá HJK vann 4-3 á AC Oulu.
Borchers hevur sostatt skotið fimm mál í tveimum dystum og hevur nú eitt miðaltal upp á eitt mál fyri hvørjar 100 minuttir í finsku landskappingini.
Gjørdi vart við seg í Føroyum
Mads Borchers kom til føroyskan fótbólt í 2022, tá hann spældi við 07 Vestur. Har gjørdi hann vart við seg sum ein málfarligur áleypari og skoraði 12 mál í landskappingini.
Góða avrikið førdi til, at HB fekk fatur á honum til kappingarárið 2023. Har skoraði hann seks mál í 16 landskappingardystum, áðrenn leiðin gekk víðari til svenska Varbergs BoIS.
Síðani hevur Borchers spælt við finska VPS og týska FC Ingolstadt, áðrenn hann í februar í ár kom til HJK Helsinki.
Í juli gjørdi HJK av at nýta keypsmøguleikan í sáttmálanum, og danski áleyparin hevur nú sáttmála við felagið til árslok 2028.
HJK liggur í løtuni á øðrum plássi í finsku landskappingini, meðan Borchers kappast um at gerast toppskjútti í deildini.