Nýggjar upplýsingar úr Íslandi seta høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Sigurð Ragnar Eyjólfsson, í samband við venjarastarvið hjá Fylkir. Sambært íslendska miðlinum Fótbolti.net kann hann fáa fyrrverandi landsliðsleikaran Ívar Ingimarsson undir liðina á sær.
Óvissan um framtíðina hjá Sigurði Ragnari Eyjólfsson heldur fram. Í síðstu viku skrivaði bolt.fo, at íslendski venjarin enn ikki hevði verið í samráðingum við NSÍ um 2027, og at hann heldur ikki hevði fingið nakað sáttmálauppskot.
Íslendski miðilin Fótbolti.net skrivar mánadagin, at Sigurður Ragnar er millum venjararnar, sum verða settir í samband við Fylkir, ið spælir í næstbestu íslendsku deildini.
Í fótbóltspoddinum Innkastið varð tosað um møguligar venjarabroytingar í íslendskum fótbólti. Har varð sagt, at Sigurður Ragnar er á listanum hjá Fylkir.
Nógvar søgur ganga um, at fyrrverandi HB-venjarin og núverandi venjarin hjá Fylkir, Heimir Guðjónsson, ikki heldur fram, eftir at felagið ikki megnaði at flyta upp í bestu deildina í ár.
Aron Baldvin Þórðarson, sum er hjálparvenjari hjá íslendsku meistarunum Víkingi, hevur eisini verið nógv settur í samband við starvið.
Kann fáa Ívar Ingimarsson sum hjálparvenjara
Fótbolti.net hevur eisini eina áhugaverda upplýsing um møguliga venjaratoymið.
Sambært egnum keldum hjá miðlinum kann Sigurður Ragnar taka við sum høvuðsvenjari hjá Fylkir við Ívari Ingimarsson undir liðini á sær.
Ívar Ingimarsson er fyrrverandi íslendskur landsliðsleikari, sum hevði eina langa yrkisleið í enskum fótbólti, har hann millum annað spældi við Reading í Premier League.
Enn er tó einki staðfest um samráðingar millum Sigurð Ragnar og Fylkir sambært Fotbolti.net.
Íslendskir miðlar hava umrøtt framtíðina
Vísir umrøddi eisini støðuna og legði dent á, at venjarin saknar børnini, sum búgva í Íslandi, og tí er opin fyri at venda aftur til íslendskan fótbólt.
Fótbolti.net hevur somuleiðis skrivað um góðu úrslitini hjá NSÍ og møguleikan fyri, at venjarin fer aftur til Íslands í 2027.
Sigurður Ragnar hevur havt eitt sera gott fyrsta kappingarár við NSÍ og liðið hevur beina kós móti fyrsta FM-heitinum síðani 2007.