Øll liðini uttan Víkingur hava nógv at spæla fyri nú trý umfør eru eftir.
Vit hava hugt eftir skránni, sum er eftir og talt saman, hvar tey trý mótstøðuliðini í miðal liggja á stigatalvuni.
HB og B68 hava torførastu skránna eftir. Mótstøðuliðini hjá teimum liggja í miðal nummar fýra. NSÍ hevur lættastu skránna. Mótstøðuliðini hjá teimum liggja í miðal nummar 7,33.
Mótstøðuliðini liggja í miðal nummar:
4,00: HB og B68
4,33: B36
5,00: Víkingur og EB/Streymur
6,00: Skála og 07 Vestur
6,33: KÍ
7,00: AB
7,33: NSÍ