Tað er heilt vist, at Jákup á Borg ikki heldur fram sum høvuðsvenjari í 2027.
Jákup á Borg er í løtuni bæði høvuðsvenjari og ítróttarstjóri hjá B36. Hann bleiv settur sum venjari restina av árinum, tá Jákup Martin Joensen valdi at steðga fyrr í ár. Vit hava nú spurt Jákup um venjaraspurningin í B36 til 2027.
- Vit tosað við nakrar venjarar og fyrr í tilgongdini hevur onkur verið nær við at skriva undir, sigur Jákup á Borg. Hann staðfestur eisini, at hann sjálvur heldur heilt vist ikki fram sum høvuðsvenjari, og tað hevur ætlanin eisini verið allatíðina.
Sum skilst eru tað útlendskir venjarar, sum B36 tosar við.
B36 kappast í løtuni við HB um síðsta plássið til altjóða fótbólt til 2027. Har er HB trý stig frammanfyri í løtuni. Liðini møtast í síðsta umfarinum.