HB tapti 3-0 í Estlandi, men skuldi HB vent tí, so bíðar Chelsea í 2. umfari.
HB fær vitjan av FC Flora Tallinn á Tórsvølli mikukvøldið kl. 19.00.
Í fjør var eisini uppgerð millum lið úr Estlandi og Føroyum. Tá tapti Víkingur fyrra dystin í Estlandi 1-0, men vann seinna dystin á Tórsvølli 4-1 og spældi seg víðari til annað umfar.