Í dag vóru tað liðini, sum lógu frammanfyri á stigatalvuni, sum vunnu dystirnar.
Á pappírinum mest spennandi dysturin var á Tórsvølli millum HB-KÍ. KÍ var greitt omaná í fyrra hálvleiki, meðan HB sat á stórum parti av seinna hálvleiki. Í málmøguleikum var KÍ greitt omaná og vann 3-0.
Á Skála vendi oddaliðið NSÍ einum 0-1 til 2-1 og vann enn ein týðandi sigur á leiðini fram móti føroyameistaraheitinum. Sjey stig móti báðum botnliðunum B68 og 07 Vestur umframt heimadysti móti HB er við vissu nokk.
Á Argjum vann B36 og fekk sostatt fulla úrtøku móti AB í ár. B36 er trý stig aftanfyri HB og liðini møtast í síðsta umfarinum, men HB hevur betri málmun og tí skal B36 helst minka munin meir áðrenn seinasta dyst fyri at kunna avgera alt um síðsta altjóða plássið tá.
Á Svangaskarði vann Víkingur 2-1. Hetta er fyrstu ferð síðani 9. august, at Víkingur vinnur í landskappingini. B68 er nú so nær niðurflytingini, at hon kann blíva staðfest komandi umfar.
Úrslitini í dag:
HB-KÍ 0-3
AB-B36 1-2
Skála-NSÍ 1-2
B68-Víkingur 1-2