Í kvøld var ein dystur í Sørvági.
07 Vestur vann 3-0 og tað ger botnstríðið nógv meira spennandi, tí nú eru bara fýra stig frá EB/Streymi á 6. plássi til 07 Vestur á 9. plássi. 07 Vestur er enn undir niðurflytingarstrikuni við 22 stigum. 22 stig hevði verið nokk til at hildið sær á minst 8. plássi á hvørjum ári síðani 2017, men tað verður tað ikki í ár.
Skráin hjá 07 Vestur er NSÍ (útivølli), B68 (heimavølli) og AB (útivølli).